Besti EM skjúttin verður kosin

Tíðindaskriv

Leygardagin byrjar stór kapping á Torginum í SMS í sambandi við EM-kapp-ingina í fótbólti, sum verður í Portugal í summar

Saman við Atlantic Airways og Coca-Cola bjóðar SMS til EM Torg í SMS og forvitnisliga kapping, har besti EM skjúttin skal finnast. EM Torgið letur upp nú leygardagin kl. 10.00 og er opið til kl. 14.00. Á EM Torginum leygardagin hevur Coca-Cola smakkiroyndir og skipa teir eisni fyri eini kapping, har teir burturluta Coca-Cola vinningar. Frá kl. 12.0 til 14.00 verður 1. umfar í kappingini um at finna besta EM skjúttan. Tá kunnu vitjandi ? við at lata ein EM lepan inn, sum fæst í EM Blaðnum, á Torginum ella á www.sms.fo ? skjóta fimm skot í eitt mál, sum ein málmaður verjir. Tað ræður um at skjóta so nógvar bóltar í málið sum gjørligt. Tað verða íalt 4 innleiðandi umfør í kappingini, og verður, sum sagt, tað fyrsta nú leygardagin. Hini verða fríggjadagin 25. juni, leygardagin 26. juni og fríggjadagin 2. juli. 12 teir bestu skjúttarnir samanlagt fara víðari í finaluna, sum verður leygardagin 3. juli kl. 13.00. Allar nevndu dagarnar er EM Torgið eisini opið, og eisini tá fer Coca-Cola at skipa fyri ymiskum undirhaldi á Torginum og til ber eisini at síggja fótbóltsbrot og samandráttir í sjónvørpum, sum eru sett upp á Torginum.
Vinningar
Besti brotssparksskjúttin vinnur 2 ferðaseðlar frá Atlantic Airways, eitt Coca-Cola mini-køliskáp og 2 ks. av 0,5 ltr. Coca-Cola. Nr. 2 og 3 vinna flogferðaseðil frá Atlantic Airways og 2 ks. av 0,5 ltr. Coca-Cola. Umframt hesar vinningar, eru øll, sum skjóta brotsspark og øll tey, sum bara lata seðilin inn á Torgið, við í lutakastinum um vinning-ar frá Atlantic Airways og Coca-Cola. Hesin drátturin verður leygardagin 3. juli.