Fótbóltur
28. oktober í 1933, í Pau Grande í Brasilia, var ein lítil drongur borin í heim. Hvørki tá, ella tey fyrstu árini sá hann út av nógvum. Men heimurin skuldi fáa annað at síggja.Kristna navnið hjá honum var: Manuel Francisco dos Santos. Men í heimlandinum, og kring allan heimin varð hann kendur sum: Garrincha ella, sum “Hin Lítli Fuglurin”. Hann vann HM í bæði 1958 og 1962 fyri Brasilia. 250 fótbóltstíðindamenn frá øllum heiminum kosu í 1998 Garrincha at verða besta driblara í heimssøguni. Garrincha kom á “All Star liðið” í HM í Svøríki, í 1958. Eftir HM í Chile í 1962 varð Garrincha valdur til besta leikara í kappingini. Í 1962 gjørdist hann eisini toppskorari í HM-endaspælinum. FIFA valdi eisini Garrincha til “Aldarinnar lið” í 2001.
Pele: tann besti
Garrincha spældi 60 landsdystir fyri Brasilia. Hann vann teir 53, spældi 6 javnar, og tapti bert ein. Tá bæði Garrincha og Péle vóru á liðnum, tapti Brasilia ongan dyst yvirhøvur. Hin 8 ára yngri Pelé, sum av fleiri verður mettur sum heimsins besti fótbóltsleikari nakrantíð, er ikki í iva: »Garrincha er tann besti fótbóltsleikarin heimurin hevur sæð. Uttan Garrincha hevði eg ikki verið heimsmeistari tríggjar ferðir«.
Tveir fantastiskir tekniskir leikarar á vøllinum - men uttanfyri vøllin, sum dagur og nátt. Pelé var ein ógvuliga seriøsur ítróttarmaður, sum seinni hevur verið ein framúrskarandi sendiharri fyri altjóða fótbóltin. Garrincha harafturímóti var óseriøsur uttanfyri vøllin, og var hann ein konufólkarevur, sum næstan ikki hevur sæð sín líka. Alment var Garrincha pápi at 14 børnum, sum hann átti við 5 ymiskum kvinnum. Men veruliga talið av børnum, sum Garrincha er upphavið til, er heiminum ókent.
Eitt av børnunum var borið í heim, í norðursvenska býnum Umeå. Felagsliðið hjá Garrincha: Botafogo spældi ein venjingardyst har norðuri, og 9 mánaðir seinni sást eitt úrslit av hesi venjingarleguni. Sonurin eitur Ulf Lindberg, og eigur Ulf í dag ein pylsuvogn í Halmstad, sum liggur millum Göteborg og Helsingborg. Hendan søgan er væl kend í Svøríki. Annars spælir heimsins besti kvinnuligi fótbóltsleikari; Marta yrkisfótbólt við júst Umeå.
Hjólbeintur og kálvakníggjaður
Tað sum ger Garrincha til kanska mest sermerkta fótbóltsleikaran í heimssøguni er, at hann var bæði hjólbeintur og kálvakníggjaður. Hann var føddur sum krypil og varð ikki spáddur nakra glæsuliga framtíð. Annað beinið var 6 cm størri enn hitt beinið!
Garrincha kom úr einum indianaraheimið, og vaks hann upp í fátækum korum í Pau Grande. Men júst hesi skeivu beinini skuldu gerast tey, ið framdu mest sermerktu driblingarnar í heimssøguni. Tí eingin fótbóltsleikari – ikki eingong Diego Maradona – hevur verið í námind av teimum driblingunum, sum Garrincha gjørdi á leikvøllum. Ímóti Sovjetsamveldinum við HM í 1958 avdriblaði hann tríggjar russarar, áðrenn hann nærum skeyt málstongina á pettir. Seinni tvistaði hann so nógv við kroppinum, at russiski markørurin datt á halan. Men tá var Garrincha so kurteisligur, at hann steðgaði bóltinum, so hann kundi hjálpa russaranum aftur á føtur. Hendan løtan verður av fótbóltsromantikarum nevnd: »Teir vakrastu tríggjir minuttirnir í fótbóltssøguni«
Doyði ungur
Skilaloysi hevði tíverri ræðið á framúr spælaranum. Hann gjørdist alkoholikari, og var næstan eingin dagur har hann var edrúur. Mátturin og mergurin í lítla manninum - sum bara var 169 cm høgur – svunnu skjótt. Garrincha doyði av alkoholmisnýtslu longu í 1983, bert 49 ára gamal. Í brasilska høvuðsstaðnum Brasil er størsti leikvøllurin í býnum uppkallaður eftir Garrincha. Hann eitur Estadio Mané Garrincha. Garrincha spældi 581 dystir fyri Botafogo árini 1953-1965, og hann skeyt 232 mál í hesum dystunum. Fyri Brasilska landsliðið skoraði hann 12 mál í 60 landsdystum.










