Um vikuskiftið varð kappast í DM í estetiskum fimleiki í Greve, og eitt føroyskt lið var við í kappingini. Tað var gentuliðið Mira úr Havnar Fimleikafelag.
Tær endaðu á einum fyrstaplássi til innleiðandi kappingina, sum var leygardagin, og tóku eisini fyrstaplássið í finaluni, sum var fyrr í dag.
- HF Mira (15,93) 16,70 samanlagt 32,632
- Team Vivanit (15,83) 16,63 samanlagt 32,465
- Team Merida (15,40) 16,17 samanlagt 31,565
Í kvinnubólkinum bólkinum luttók Team Nordik, sum er fimleikaliðið hjá føroyska ítróttarfelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar.
##med2##
Myndir: Haldur Suni Johansen











