Besta virki kjósast

ungt virki 22. og 23. mars verður árskapping millum miðnámsskúlanæmingar í SMS

Besta virkið í Føroyum skúlaárið 2011/12 verður valt 23. mars 2012. Hetta virkið hevur síðani møgu­eika fyri at luttaka í DM í »Dansk Industri«, Keypmanna­havn í apríl mánaði og í eini europeiskari kapping, sum Young Enterprise Europe skipar fyri á hvørjum ári í juli/august.
Allir luttakararnir fáa prógv, um teir handa Young Enterprise (YE í Odense) eina ársfrágreiðing og ein ársrokn­­skap. Tey virki, sum taka lut í árskappingum og sølustevnum í Føroyum og uttanlands fáa diplom fyri luttøku.
Í februar 2012 vóru næmingar frá FHS á Føroya Handilsskúla í Finlandi, har teir m.a. vitjaðu Karleby Handelsinstitut og luttóku á einari altjóða sølustevnu. Virkið House of Wool hjá Kristinu Djurhuus, Kiran Jóanesarson, Elsu Sørensen, Daniel Øvre, Eirikur á Kletti og Kristinu Justinussen vann ein prís fyri at nýta besta søluhátt. Á myndini síggjast Eirikur og Kiran, ið fáa ein prís handaðan. Fleiri myndir og upplýsingar eru at finna á www.fh.fo
Føroya Handilsskúli hevur síðani 2007 tikið lut í 24 tímars innovation camp saman við skúlum í Finlandi, Letlandi og Litava. 26. og 27. apríl í ár koma 18 miðnámsskúlanæmingar saman við 6 lærarum til Føroyar at taka lut í 24 tímars Innovation Camp, sum Føroya Handilsskúli í Tórshavn skipar fyri.
Í komandi vikuni næmingar frá Karleby Handelsinstitut Føroya Handilsskúla, og teir fara eisini at luttaka í framsýningini á torginum í SMS tann 22. og 23. mars.
Fleiri upplýsingar um Ungt Virki finnast á www.fo.fo og www.ffe-ye.dk