Besta vikan higartil

Tað gongur bara heilt væl hjá toymunum, ið gera nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin. Fyri tveimum vikum síðan setti tunnilstoymið, ið arbeiðir á Hvítanesi, nýtt føroyskt met, tá toymið sprongdi 120 metrar, og í farnu viku settu tey trý toymini egið met í vikuliga framleiðslu.


- Aftur hesa vikuna gekk boriarbeiðið væl. Í viki 17 vóru sprongdir íalt 188 metrar, sum er tað mesta vikuliga framleiðslan, síðan spreingingin av Eysturoyartunlinum byrjaði, skrivar p/f Eystur- og Sandoyartunnil á facebook-síðuni har til ber at fylgja arbeiðinum.


98 av teimum 188 metrunum blivu sprongdir á Hvítanesi, har tað tilsamans nú er sprongdir 2.485 metrar. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi blivu sprongdir 53 metrar og hevur toymið nú sprongt 559 metrar. Síðsti teinurin er frá rundkoyringini og móti Rókini, har tunnilstoymið sprongdi 37 metrar. Tilsamans eru sprongdir 380 metrar á tí teininum.