Árið 2013 varð tað besta hjá Posta í nógv ár.
Nú tølini eru gjørd upp, vísir tað seg, at Posta hevði 3,7 milliónir í avlopi í fjør fyri skatt og 3,4 milliónir í avlopi eftir skatt.
- Økt søla, økt rakstraravlop, dagføringar og nútímansgerð eru millum orsøkirnar til, at úrslitið er rokkið, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.
Hann heldur, at úrslitið er nøktandi og hann sigur, at sostatt er Posta væl brynjað til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
Hann sigur, at sølan øktist úr 89 milliónum, upp í 91 milliónir.
- Rakstraríkastið er eitt avlop á 9,9 mkr. Samstundis gav sølan av bygninginum í Klaksvík eitt avlop á 1,5 milliónir.
Í fjør heur Posta útreiðsluført 1,5 milliónir krónur í uppsagnarlønum í sambandi við tillagingar.
Joel undir Leitinum sigur, at Posta mennir tænastustøðið støðugt og málið er at fáa enn størri úrtøku.
- Í 2013 kom Posta á marknaðin við nýggjum tænastum, eitt nú flutningi á netinum og talgilda postkassanum Mínboks.
Hann sigur, at tað sæst eisini, at føroyingar keypa meiri á netinum og tí er nøgdin av stórum brøvum munandi øktur, men samstundis er nøgdin av smáum brøvum, minkandi.
Men samanumtikið meta tey, at góða gongdin fer eisini at halda fram næstu árini.