Besta turra kjøtið er úr Bø

Jón Joensen, bóndi í Bø, átti besta turra kjøtið, tá kjøtsmakking var á Hotel Føroyum leygarkvøldið. – Skalt tú hava gott kjøt, mást tú røkja tað væl og hava góðan hjall, heldur bíggjarbóndin

Turt kjøt: Gott og væl 200 fólk sótu til borðs á Hotel Føroyum leygarkvøldið, tá kjøt frá sjey ymsum bóndum kring landið skuldi smakkast og metast, so bóndin við besta kjøtinum kundi vinna heiðurin og ein sera snøggan fjallstav, sum fylgdi við.
Tá avtornaði, var tað kjøtið frá Jón Joensen, bónda í Bø, ið gjørdist vinnari av kappingini. Av teimum tilsamans 233 gestunum við borðið leygarkvøldið atkvøddu 58 fyri hansara kjøti, og tað svaraði til fjórðuhvørja atkvøðu.
Men kappingin var hørð, tí beint undir kjøtinum hjá bíggjarbóndanum var kjøtið frá Magnusi Svarthamar á Skælingi, ið fekk 56 atkvøður, og á triðja plássi var Jørmund Zachariasen úr Hesti við 38 atkvøðum. Hvussu plaseringarnar vóru hjá hinum fýra bóndunum, varð einki sagt um.

Fjallstavurin brúkast
Jón Joensen var fegin um sigurin, tí hann helt tað vera so javnt, at torført var at taka dagar ímillum teir sjey kjøtbitarnar, veljast kundi ímillum, tá atkvøðast skuldi.
– Men tað eydnaðist mær so at atkvøða fyri mínum egna kjøti, tá eg sjálvur skuldi seta krossin. Har vóru onkrir bitar, tú ikki ivaðist í, men so vóru onkrir, sum vóru øgiliga javnir, so tað var ringt at siga, hvat var best, sigur bíggjarbóndin, ið sjálvur hevur eitt boð uppá, hvussu gott kjøt fæst:
– Ja, tað ræður um at røkja kjøtið væl og hava góðan hjall, og so er at ganga og pilka við tað so av og á. Tað verður altíð misjavnt, hvussu gott kjøtið er, men nú tað er kapping, so er sjálvandi tað besta valt burturúr.
Vinningurin var ein vakurt útskorin fjallstavur, sum Jón Joensen tó ikki bara ætlar at hava til pynt, nú hann hevur fingið hann.
– Hetta er ein fínur fjallstavur, fyrsta floks. Sjálvur havi eg altíð fjallstav við mær, tá eg fari í hagan, og nú eri farin at eldast so mikið nógv, at eg má skunda mær at brúka hann. Hann skal ikki bara standa til pynt, tí hann er so væl gjørdur, at hann verður góður at brúka, sigur hann.

Somu dygdir
Fimm ár eru liðin, síðani Hotel Føroyar síðst tók stig til slíka kjøtsmakking og kapping, men sum skiltist á lagnum í gjárkvøldið, er ætlanin nú at hava hetta tiltak á hvørjum ári. Kanska enntá við einum slagi av undankapping, so tað er besta kjøti úr hvørjum øki í landinum, sum sleppur at kappast.
Fyri fimm árum síðani, tá Hotel Føroyar skipaði fyri hesum tiltaki fyrstu ferð, var tað kjøtið frá Lauru Joensen og Pálli í Dalsgarði í Skálavík, sum vann. Til stuttleika kann nevnast, at metingin av smakki, liti, lukti og øðrum, sum serfrøðingar høvdu gjørt undan kappingini, vísti, at vinnandi kjøtið nú og fyri fimm árum síðani fekk næstan nett somu meting!