Besta tíðin hjá 5-mannaførum

við gentum á varmakeldustevnu í Fuglafirði nakrantíð er tann hjá Hvassa í 2007. Tá róðu tær úr Sundalagnum 1000 metra teinin í tíðini 5.20.01. Í gjár varð kappast fyri fimtu ferð í hesi kapping í Fuglafirði, og vinnaratíðin hjá Erul Kongsdóttir hesa ferð var lakari enn vinnaratíðirnar allar hinar ferðirnar.