Besta songkvinna: Guðrið Hansen

Guðrið Hansen er eitt lutvíst nýtt navn í føroyskum tónleiki.

Hon var ein av luttakarunum í singer/songwriter kappingini á Hafnia Lounge í fjør, men bæði áðrenn og eftir tað hevur hon verið at hoyrt alment. Guðrið er miðskeiðis í 20'unum og hevur áður roynt seg sum kórsangara og sangara í bólkum  til dømis pH 5,5. Hon var eisini við í íslendsku útgávuni av Idols, har hon stóð seg rættiliga væl.
Guðrið syngur væl, og hennara countrykenda gittarspæl er hugtakandi. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði eftir finaluna í singer/songwriter kappingini í fjør, at hennara løg vóru rættiliga góð, og serliga meistraði hon lopið frá vanligari rødd og upp í falsettina væl.
 
Atkvøða: Send »pla bk 2« til 1441