Í fjør fiskaðu íslendsk skip 265.000 tons av norðhavssild ella norsk-íslendskari sild, sum íslendingar rópa hendan sildastovnin. Fiskivinnustovan í Reykjavík sigur, at so nógva norðhavssild hava íslendingar ikki fiskað síðani í sjeytiárunum.
Moegunblaðið skrivar, at tey íslenmdsku sildaskipini fiskaðu nógv tann størsta partin í íslendskum sjógvi.
Í norskum sjógvi høvdu íslendingar loyvi at fiska 44.300 tona av sild í fjør, men tey fiskaðu bara 36.000 ella góð 81 prosent av kvotuni, skrivar blaðið.