- Hetta er frægasti sáttmáli, vit hava fingið í fleiri ár.
Hetta er skoðsmálið, sum Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, gevur sáttmálanum, sum varð undirskrivað við arbeiðsgevararnar klokkan hálvgum níggju í morgun.
Og starvsfelagið hennara, formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen, er samdur, tí hann kallar hendan sáttmálan eitt stórt framstig.
Kortini vilja arbeiðarafeløgini ikki strekkja seg longri enn til at siga, at tey eru hampiliga væl nøgd við sáttmálan, tí tey kundu altíð ynskt sær okkurt afturat.
Hinvegin eru tey sera væl nøgd við, at samfelagið slapp undan einum lemjandi arbeiðsteðgi.
Men samstundis hava arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skrivað abeiðsmarknaðarsøgu, tí sáttmálin hesuferð er ein trý ára sáttmáli og hetta er fyrstu ferð í søguni at tey skrivað undir ein sáttmála ið gongur yvir trý ár.
Ingeborg Vinther sigur, at hesi trý árini, sáttmálin fevnir um, hækkar lønin nokk so fitt, umframt at eitt prosent verður lagt afturat eftirlønini hvørt ár.
Tilsamans er talan um eina hækking upp á góð 11% í lønum og eftirlønum.
Men harafturat eru viðbøtur hækkaðar, eins og ískoyti fyri starvsaldur er hækkað. Tað merkir, at tann, sum arbeiðir ávíst áramál í sama arbeiði, fær serliga viðbót. Og skiftir løntakari arbeiðsgevara, fylgir starvsaldurin við.
Hans Joensen, formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag kallar sáttmálan eitt stórt framstig, tí uttan at hann hevur roknað tað út nágreiniliga, metir hann, at munurin ímillum láglønt og hálønt er minkað eitt sindur.
Hann heldur, at ein orsøk til, at tað bar til at finna semju, er tann, at arbeiðarafeløgini hava alla tíðina gjørt púra greitt, at tey fóru undir ongum umstøðum at góðtaka eina semju, sum hevði økt enn meiri um stættarmunin í Føroyum.