Besta úrslit í tíggju ár

2015 hilnaðist bara heilt væl hjá Føroya Keypssamtøku. Limafelagsskapurin, ið umfatar átta handlar kring landið, kundi nevniliga vísa á sítt besta úrslit seinastu tíggju árini.


- Samlaða nettosølan er í 2015 økt við sløkum 9 prosentum. Úrslitið áðrenn rentur v.m. var 6,6 milliónir krónur, og er tað besta úrslitið hjá Føroya Keypssamtøku seinastu tíggju árini. Eginpeningurin vaks við 12,3 prosentum, skrivar limafelagsskapurin í tíðindaskrivi.


Ein av orsøkunum til góða úrslitið hjá samtakinum er, at sølan er voksin í øllum FK-handlunum kring landið.


Umroknað til fulltíðarstørv, so starvaðust 118 starvsfólk hjá Føroya Keypssamtøku í 2015, og vuksu lønarútgjaldingar við tveimum milliónum krónum í 2015.