PRÀT
Hann er nú føroyameistari fyri fjórðu ferð. Fyrstu ferð var í 1989, og hann endurtók bragdið árini 1999, 2001 og 2003.
Odd Eliasen er 38 ára gamal og ein av royndu hevarunum í landinum.
Tá vit fingu orð á hann eftir síðsta dystin hjá ÍF leygardagin var hann fyrndarfegin aftur at kunna kalla seg føroyameistara. Ikki bara hevur ÍF vunnið alt hjá monnum, men eisini hjá kvinnum í lægru deildunum hevur staðið væl til í ár.
?Eg haldi, at hetta er besta liðið, ÍF nakrantíð hevur havt, nú kvinnurnar eisini hava vunnið, sigur Odd Eliasen.
Í fjør endaði ÍF á fjórða plássið, og liðið líktist sera nógv tí í ár. ÌF hevur fingið styrk frá ársins leikara í farna kappingarári, Rúna Weihe, men Odd heldur, at liðið sum heild hevur staðið seg betur.
?Vit gjørdu í fjør av at royna at spæla teir yngru leikararnar inn á liðið. Eisini høvdu vit nógvar skaðar í fjør, og hvørja ferð tað tóktiskt sum um, at vit vóru á veg fram, so kom enn ein skaði í vegin, sigur Odd Eliasen.
Hann heldur, at liðið nú er nógv breiðari, og tá eitt nú Rúni Weihe hevur verið burturi, so hevur liðið eisini megnað at vunnið teir flestu av sínum dystum.
?Rúni hevur verið óførur, men eisini Bartal Eliasen og Boban Ilic hava spælt ótrúliga væl, sigur Odd Eliasen.
Magnus Tausen frá Flogbóltssambandi Føroya segði í røðuni í sambandi við steypahandina, at Fuglafjørður er lokomotivið í føroyskum flogbólti.
Um orsøkina til, at Fuglafjørður er vorðin besta flogbóltsbygd í landinum, sigur Odd, at eitt miðvíst ungdómsarbeiði og ein aktivnevnd.
?Í sínari tí var tað serliga Petur Simonsen, sum fekk glið á flogbóltin í Fuglafirði við at venja okkum. Hesi seinnu árini hava vit havt eina ótrúliga aktiva nevnd, sum hevur arbeitt ógvuliga seriøst til frama fyri felagið, sigur Odd Eliasen.
Hann sigur seg ? eins og hinir leikararnir eisini vóru tað - vera heilt ovfarnan av nógva og góða stuðulinum frá fuglfirðingum leygardagin.
?Tað var ótrúliga stuttligt, sigur Odd Eliasen, sum ikki dugir fyri vist at siga, hvussu liðið hjá ÌF fer at síggja út komandi ár, og um hann aftur verður á hevaraplássinum.