Besta árið higartil

Lemmatrolarin, Føniks á Tvøroyri, hevur fiskað fyri næstan 10 milliónir higartil

 

Fiskiskapur


Hóast tølini, sum eru til taks, vísa, at virðið av tí, sum lemmatrolararnir hava fiskað, er væl minni fyrsta ársfjórðing í ár, enn tað var í fjør, hevur tað gingið rættiliga væl hjá fleiri av bátunum.

Eitt nú hevur árið í ár higartil verið tað besta nakrantíð hjá Føniks av Tvøroyri. Hetta er afturat tí, at hann ikki fór til fiskiskap fyrrenn 12. januar, tí motorurin skuldi umvælast, so at hann misti ein túr.

Higartil í ár hevur hann fiskað fyri 9,8 milliónir.

Tað er ikki minst hesar báðar seinastu mánaðirnar, at tað hevur gingið sera væl hjá Føniks, tí hesa tíðina hevur hann avreitt fyri gott og væl 6,5 milliónir.

Sostatt er eyðsæð, at hann hevur gjørt nakrar sera góðar túrar. Besta túrin avreiddi hann fyri 1,7 millión. Tað var ein túr, har hann avreiddi 140 tons av kongafiski og upsa í Cuxhaven. Hann hevði eisini ein annan góðan tú, tá ið hann avreiddi blálongu í Vági fyri 1,6 millión.

Tað eru tey trý fakfeløgini, Fiskepigernes Fagforening, Arbeiðsmannafelagið Fylking og Tvøroyrar Handverkarafelag, sum eiga Føniks