Tey fólk finnast, sum kunnu loyva sær líka at leggja í, hvat matur kostar. Til hesi fólk fer Miklagarður í SMS millum jóla at hava eitt serligt tilboð.
Hetta er eitt slag av kjøti, sum ber navnið Kobe og verður eisini nevnt Wagyu.
Kjøtið er av einum heilt serligum tarvi úr Japan, og fyritøkan Friland undir Danish Crown hevur brúkt fýra ár um at fáa ein danskan stovn av hesum slagnum.
Kenda matstovan Umani í Keypmannahavn keypti fyrsta tarvin frá Friland av slagnum Wagyu. Kostnaðurin var 74.350 krónur fyri tarvin, sum vigaði 340 kilo.
Kjøtið fer at kosta í miðal upp ímóti 800 krónur kilo.
Fyri fyrstu ferð verða steikir og búffar av kjøtinum at fáa í handlum, og tað verður bara í tveimum handlum í ríkinum. Annar er Superbest í Hadsten, og hin Miklagarður í Havn.
Fæst týsdagin
Kjøtið verður at fáa millum jóla. Fyrsti søludagur verður týsdagin 28. desember.
Hesin báðir handlarnir hava keypt tann næsta tarvin frá Friland.
Sjálvt um búffarnir verða seldir fyri fleiri hundrað krónur kilo, fær Miklagarður ongan vinning av søluni. Tvørturímóti verður kjøtið selt fyri minni, enn tað verður keypt fyri úr Danmark. Mark er fyri, hvussu nógv kjøt kann kosta.
- Eg kann ikki siga við vissu, hvat kjøtið fer at kosta, fyrr enn eg havi skorið í tað. Eitt boð er, at lundini fara at kosta 1500 krónur kilo. Ein búffur fer um so er at kosta 300 krónur, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði.
Vilja ganga undan
Prísurin er so torførur at áseta hjá Jørgeni Jørgensen, sum ongantíð í lívinum hevur fingist við so kostnaðarmikið kjøt.
- Men vit gera hetta, tí vit vilja fegin vísa, at vit ikki eru bangin fyri at royna nakað nýtt, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði.
Hann væntar, at ein parur av kjøtinum fer at verða skorið í bitar, og hann kundi hugsað sær at hongt eina síðu upp at turka.
Beinini verða eisini seld, og tað verða helst bara teir mest forkelaðu hundarnir i Havn, sum fáa so góðan og dýran bita á nýggjárinum.










