Besta navnið til nýggja musikkskúlan skal finnast

Ivamál um navnið fær Tórshavnar kommunu at útskrivað navna- og búmerkjakapping

Tórshavnar Musikkskúli fer á sumri 2019 at húsast í nýggjum stásiligum bygningi við Hans Andriasar gøtu og Landavegin í Havn. Navnið Tórshavnar Musikkskúli hevur fylgt skúlanum, síðani hann byrjaði, somuleiðis hevur annar eldri privatur musikkskúli í Havn fyrr borið sama navn.

 

Men tað er ikki vist, at nýggi skúlin skal hava hetta navnið, og fyri at fáa íblástur rætta navnið hevur Tórshavnar kommuna útskrivað navna- og búmerkjahugskotskapping.

 

Treytirnar eru hesar:


- Til ber at lata inn uppskot antin til navnið ella búmerkið ella bæði. 
- Navnið og/ella búmerkið skal vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein musikkskúla.
- Nevndin tilskilar sær rætt til at taka støðu til, um haldast skal fast við verandi navn og búmerki, ella um annað navn skal koma í staðin.
- Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja ella vraka hugskot um nýtt búmerki til skúlan ella at skriva út nýggja kapping um búmerkið, tá navnið er funnið.
Latnar verða 5.000 kr. til vinnandi navnið og 5.000 kr. til vinnandi búmerkið. Freistin at koma við uppskotum er úti mikudagin 12. desember á middegi.

 

Hugskot til bæði navn og búmerki, antin hvørt sær ella saman, kunnu latast inn í Snarskivuni á Vaglinum. Á brævbjálvanum skal standa “Navna- og búmerkjakapping”, ella kann tað sendast við t-posti til torshavn@torshavn.fo