Fimm mál eru tilnevnd sum besta málið í mars. Tað er heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, sum stendur fyri kappingini, har tú kanst atkvøða fyri besta málinum í mars mánaði í landskappingini.
Til ber at síggja málini við at trýsta á pílin á myndini
Róaldur Jakobsen er tilnevndur fyri bæði málini móti AB í 2-1 sigrinum á Argjum. Hinir tilnevndu eru Klæmint A. Olsen úr NSÍ, Kristin R. Mouritsen úr HB og Bartal Eliasen úr ÍF, skrivar fsf.fo.










