Besta málið nakrantíð

Alex José dos Santos var maðurin, sum miðlarnir vildu hitta eftir dystin sunnudagin.

Og sjálvur var bakkurin eitt stórt smíl, tá tosið fall á málið hjá honum.

- Hatta er fyrsta málið hjá mær í Gundadali í ár, so tað var sjálvandi ótrúliga deiligt.

Og hevur tú nakran tíð rakt bóltin betri, enn tú gjørdi tað í dag?

- Í øllum førum ikki seinastu trý árini. Hesa ferð rakti eg hann bara ótrúliga væl, segði hann stórsmílandi.