? Besta loysnin fyri Suðuroynna

Borgarstjórin í Porkeri heldur, at skúladepilin í Hovi er ein góður møguleiki at samansjóða alla Suðuroynna, og hann tekur undir við, at eitt røktarheim verður bygt í Vági

Borgarstjórin í Porkeris kommunu tekur undir við, at skúladepil verður gjørdur í Hovi, og hann heldur, at nú skulu kommunurnar í Suðuroynni virka fyri at fáa eitt røktarheim eisini.
? Tað er tann besta loysnin fyri Suðuroynna, at miðnámsskúlin verður bygdur í Hovi. Hetta er ein góður møguleiki at samansjóða alla oynna, og vit eiga at taka allar teir møguleikar, sum vit fáa, sigur Eli Frederiksen.
? Nú skal ætlanin um at byggja røktarheim fylgjast upp, tí tað er stórur tørvur á einum røktarheimi í Suðuroynni, sigur hann.

Tær smáu tiknar við upp á ráð
Tær smáu kommunurnar í Suðuroynni hava verið meira heitar fyri ætlanini at gera skúladepilin í Hovi heldur enn í Vági, hóast tær báðar stóru kommunurnar boðaðu frá, at tær vildu hava skúlan í Vági og røktarheimið á Tvøroyri.
? Á fundinum við løgmann og landsstýrismenninar hósdagin, tóku umboðini fyri tær smáu kommunurnar undir við at gera skúlan í Hovi. Hetta snýr seg ikki bara um tær stóru kommunurnar, og tí er tað gott, at landsstýrið eisini hevur tikið smáu kommunurnar við upp á ráð, sigur Eli Frederiksen.
Borgarstjórarnir á Tvøroyri og í Fámjin vóru ikki á fundinum, og borgarstjórin í Vági boðaði frá, at eini meiriluti í Vágs býráð tekur ikki undir við at flyta skúlan úr Vági til Hovs, hóast hon sjálv heldur, at hetta er ein góð loysn, um eitt røktarheim ístaðin verður bygt í Vági.

Arbeiða víðari
Nú landsstýrið hevur tikið eina avgerð um, at miðnámsskúlin í Suðuroynni skal byggjast í Hovi heldur enn í Vági, vónar borgarstjórin í Porkeri, at kommunurnar í Suðuroynni ikki fara at stríðast, men fara at arbeiða víðari við einum røktarheimi.
? Tað hevur ligið í kortunum, at eitt røktarheim skal gerast í Vági, og tað taka vit undir við. Vónandi verður nú ikki nakað stríð um hetta røktarheimið, tí tað er umráðandi, at vit taka av teimum møguleikum, sum vit fáa.
? Tilboðið um fígging frá landsstýrinum til eitt røktarheim stendur við, og tí skulu vit fáa gongd á tað arbeiðið sum skjótast, sigur Eli Frederiksen.
Vágur og Tvøroyri samdust um at mæla til, at miðnámsskúlin skuldi byggjast í Vági og røktarheimið á Tvøroyri, men hesum tekur hann ikki undir við.
? Eg haldi ikki, at tað er rætt at byggja eitt røktarheim á Tvøroyri, tí har er eitt røktarheim frammanundan. Vit mugu royna at spjaða eitt sindur í Suðuroynni, og tí er rætt at byggja nýggja røktarheimið í Vági, heldur Eli Frederiksen.