Besta liðið síðani Fenerbahce

Tað sigur Sigfríður Clementsen um kroatiska liðið, Rijeka

Víkingur tapti í kvøld 5-1 fyri Rijeka úr Kroatia í 3. umfari í Europa League. Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, heldur at mótstøðuliðið er besta liðið, sum hevur spælt í Føroyum síðani B36 spældi móti turkiska Fenerbahce í Champions League í 2006.

 

Les eisini: Víkingur - Rijeka 1-5

 

Víkingur spældi annars væl allan fyrra hálvleik. Eitt skifti var støðan 1-1. Hallur Hansson skoraði málið fyri Víking. Í seinna hálvleiki var tó einki at gera.

 

-       Um spælararnir gjørdu sum eg segði, so høvdu vit kanska tapt 2-1 ella 3-1, sigur Sigfríður Clementsen, sum eisini viðgongur, at tað verður trupult at koma víðari í hitanum í Kroatia.

 

Bæði Hallur Hansson og Hans Jørgin Djurhuus máttu av vøllinum við skaða. Hans Jørgin Djurhuus hevur leikbann móti ÍF, men verður tøkur til dystin í Kroatia. Óvist er hvussu støðan er hjá Halli Hansson, sum meiddi sær knæið.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Sigfríða Clementsen