Besta liðið vinnur ikki FM

John Heri Dam, sum var eyðsýndur á vinstra bakki hjá EB/Streymi staðfesti eftir dystin, at trý stig vóru tað einasta, sum teir kundu brúka til nakað.

- Tað gjørdi tað avgjørt. Vit høvdu bara bronsuna eftir, og tað máttu vit kempa fyri.

- Og samstundis haldi eg, at hetta eru tey bæði bestu liðini í landinum. At so eingin teirra verður meistari, er bara spell.

Men spælið í dag var ikki nakað meistaraspæl?

- Nei, tað var tað kanska ikki. Vit vistu av, at tað var ikki upp til okkum at skapa dystin, tí gert tú sjáldan í Gundadali. So vit royndu at halda tætt og bíða, til okkara møguleikar komu. Og tíbetur megnaðu vit so at taka av.

- Nú hava vit so framvegis møguleika fyri bronsuni, og henni fara vit eftir. Har má HB so kiksa onkra staðni á vegnum, tí teir hava ein munandi betri málmun enn vit.