Eiler Ramussen, dómari í Vodafonedeildini, rósar Cyril Zimmermann, sum dømdi dystin í gjár. Rasmussen vísir serliga til málið hjá føroyingum.
– Jóan Símun Edmundsson verður feldur, men dómarin letur spælið ganga víðari, og Føroyar fáa mál fá sekund seinni. Tað er besta kenslan, sum ein dómari kann fáa, sigur Eiler Rasmussen, sum heldur, at Zimmermann kom væl frá uppgávuni.