Frælsur ítróttur
Fyrsta kastikappingin hetta kappingarárið varð hildin í oysandi regni við Eysturskúlan í Havn leygardagin.
Á skránni vóru hamari, diskos, spjót og kúla, og í fleiri førum varð talan um framúr góð úrslit. Bæði Randi Kúrberg og Heri Ziska kastaðu sína bestu byrjan upp á eitt kappingarár nakrantíð, og serliga gjørdi Heri vart við seg í diskoskasti. Kastið hjá honum upp á 44,44 metrar er tað longsta, sum hann hevur kastað, síðani hann í 2003 vann gull í oyggjaleikum á Guernsey.
Sjálvur sigur Heri, at tað uttan iva er miðvísa venjingin síðani kappingarlok í august, og tað, at hann nú er sloppin undan argandi skaðum, sum eru høvuðsorsøkirnar til góða kastið. Men hóast tað enn eru 19 mánaðir til næstu oyggjaleikir, so fær tað illa verið annað enn hugaligt, at eitt av bestu føroysku kortunum í frælsum ítrótti longu nú sýnir slík avrik.
Úrslitini í kastikappingini vóru hesi:
Hamarkast
Heri Ziska Bragdið 45,84 m
Randi Kúrberg Bragdið 34.35 m
Diskoskast
Heri Ziska Bragdið 44,44 m
Meifríð Hansen Bragdið 22,80 m
Kúlustoyt
Randi Kúrberg Bragdið 8,48 m
Spjótkast
Randi Kúrberg Bragdið 26,78 m
Meifríð Hansen Bragdið 24,29 m










