Arnbjørn T. Hansen fekk tjúgu minuttir á vøllinum, skoraði eitt mál og lat seg skifta út. – Eg veit ikki hvussu tað sær út hjá mær. Tað er sami fóturin, sum var brotin, og beint nú er støðan ógreið, greiðir Arnbjørn frá. Hóast harmur um skaðan fegnast hann um sigurin. – Hatta er eitt tað besta, vit hava spælt higartil í ár. Serliga í fyrra hálvleiki har vit spældu skjótt, men eisini fingu pláss at spæla á, sigur Arnbjørn, sum heldur sigurin var uppiborin. – Vit hava halta eitt sindur í síðstuni, men nú sær tað gott út, sigur Arnbjørn T. Hansen.










