Henda gongdin og hesin veruleiki er tann, sum føroyski sjómaðurin altíð hevur livað við, tí ta einu setuna hevur hann drigið svart, men tann næsta hevur verið full av fiski. Tað eina hálið er onki í trolinum, meðan tað er fult tað næsta, og sama ger seg galdandi hjá nótaflotanum og alingini.
Undir slíkum nattúrugivnum umstøðum virkar okkara fiskivinna, og tað er undir hesum veruleika, at hon er og verður okkara høvuðsvinna, ið megnar at útvega pening til landið og stendur fyri góðum 90 % av okkara útflutningi.
Fiskifrøðingar
At fiskifrøðingar hava sín fakliga kunnleika um lívið í sjónum er ongin í iva um, og at teir brúka henda kunnleika er púra rætt, men hvussu langt áskoðanirnar hjá fiskifrøðingunum liggja frá teimum hjá sjófólki okkara, kom týðiliga fram í sjónvarpssendingini.
Fiskifrøðingarnir siga t. d., at lítið er til av toski undir Føroyum, og við útgangsstøði í tí fyrra hálinum, sást greitt á teimum, at teir nú høvdu fingið prógv fyri, at teirra teori var røtt; - ongin toskur var undir Føroyum. Men tá ið tað næsta hálið kom á dekkið, og vit sóu eitt trol á tremur við góðum toski, var týðiligt, at hetta var ikki tað, sum fiskifrøðingarnir høvdu roknað við, og at tað var í mótsøgn til teirra teori og útsagnir.
Sjómenn
At sjófólk okkara hevur ein serstakan kunnleika til lívið í sjónum er ongin ivi um, og at teir brúka henda kunnleika fult út, er heldur ongin í iva um.
Sjómen siga, at toskur er undir Føroyum, og við útgangsstøði í tí fyrra hálinum hjá Magnusi Heinasyni, siga sjómenn, at hetta kann ikki passa, og at tað vísir ikki allan sannleikan. Tí koyra teir trolið út aftur og rokna altíð við, at hesa ferð verður fiskur í trolinum, og teir fáa prógv fyri hesum ferð eftir ferð, tá ið trolið kemur á dekkið fult av fiski, ja til tíðir besta hál í mong ár. Sama er við línubátunum, sum ein dag draga svart, men næsta dagin fáa nógvan fisk. Sama er við snellubátunum, partrolarunum, nótabátunum og øllum sum fáast við fiskivinnu.
Veruleikin
Øll sum hava fingist við og sum fáast við fiskivinnu, mugu ásanna, at ongin dagur er eins, tí tað eru góðir dagar og ringir dagar, onki ár er líka, tí tað eru vánalig ár og tað eru góð ár.
Hjá línubátum kann góður fiskiskapur í tveir dagar bjarga túrinum, - hjá trolarum somuleiðis, og hjá nótabátum kann eitt kast ella ein dagur verða bjargingin. Eitt gott ár gevur somuleiðis lív aftur í okkara aluvinnu.
Hesin túrurin við Magnusi Heinasyni, ið vit saman við SVF fingu loyvi til at vera við til, vísti týðiliga, at teoriin hjá fiskifrøðingum ikki altíð er heilt eftirfarandi. Tí hevði verið ynskiligt, at fiskifrøðingar og fiskimenn drógu eina lína, tá ið talan var um fiskivinnu!
At fiskiskapur undir Føroyum er betur í ár enn tey undanfarnu árini, er ein positiv staðfesting, sum gevur vón um, at skip og bátar fáa meira burturúr í ár. Hetta fegnist eg um og vóni, at fiskaprísurin eisini kemur at hækka út á árið.










