Seks stjørnur. Jackpot!
So avgjørdur var ummælarin á Vinnuvitan, tá hann fyrr í ár metti um lýsingarherferðina hjá MBM: ”Fýra litir av mjólk”, ið Reproz hevur gjørt.
Gronuti Carli og mjólkapakkarnir
Nú nýggjasta útgávan av Vinnuvitan lítur aftur um bak, er tað eisini hendan lýsingarherferðin, har Carl Johan Jensen fýlist á broyttu mjólkapakkarnar, ið hevur lagt seg klárt á odda av teimum meir enn 40 lýsingunum, blaðið hevur ummælt í 2007.
Í grundgevingini fyri høga stigatalið verður millum annað sagt
- Sjónvarpslýsingarnar eru upplýsandi, men samstundis undirhaldandi og fáa brúkaran at tosa um vøruna. ... Hetta er tað nærmasta, vit eru komin at eini fulkomnari lýsingarherferð í langa tíð.
SMS dumpar
Verri gekst hjá lýsingarherferðini: ”SMS – Hjarta í býnum”, ið SMS og Stephansons Hús hava framleitt.
Sambært ummælaranum gagnar hendan lýsingin als ikki brandinum hjá SMS. Heldur tvørturímóti. Við drúgvu royndunum og stóru fíggjarligu orkuni, SMS hevur savnað sær gjøgnum árini, átti slíkt ikki at hent, heldur ummælarin á Vinnuvitan og gevur lýsingini tvær stjørnur av seks.