Talv
Tað verður stinnasta landsliðið nakrantíð, sum fer at umboða Føroyar á talvolympiaduni, tá ið hon verður í Dresden í Týsklandi í døgunum 12. til 25. november.
Ongantíð áður hava fýra teir stinnastu føroysku telvararnir luttikið í olympisku kappingini í senn. Tað fara teir hesa ferð. Merkisvert er eisini, at tríggir teirra eru altjóða meistarar ella IM’arar, sum tað plagar at verða nevnt.
Føroyska talvlandsliðið verður mannað við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, FM Heina Olsen og Jóan Hendrik Andreasen. Hesin seinast nevndi fer at luttaka í talvolympiaduni fyri fyrstu ferð.
Ellivu umfør verða á skránni í Dresden, og í hvørjum umfari fara fýra telvarar at luttaka, veit Talvsamband Føroya at siga á heimasíðu síni.