Nú bátasigling verður í Vestmannasundi í morgin, sigur DMI frá rættiliga góðum veðri. Veðurstovan sigur, at í morgin verður eitt lot, tveir til sjey metrar um sekundið av landsynningi, sum snarar í ein eystan. Tað verður turt fyri tað mesta, og í løtum fyrrapartin fer sólin at síggja.
Seinnapartin í morgin verður kanska meira skýggjað, men tað verður rættiliga lýtt. Hitin í morgin fer nevniliga at liggja um 10 stig og um náttina niður í eini fimm stig.
Sunnudagin verður eisini sagt frá góðum veðri, framvegis umleið tveir til sjey metrar um sekundið millum norðan og eystan. Tað verður rættiiga klárt í veðrinum, og sólin fer at síggja. Kanska verður okkurt ælið seinnapartin. Hitin um dagin fer at liggja um eini átta stig og um náttina niður í eini fimm stig.
Bátastevnan í Vestmanna byrjar longu í dag við stórari konsert og ymiskum øðrum tiltøkum, men tað er í morgin, at sjálv bátasiglingin er, eins og fleiri ymisk tiltøk tá eisini verða á skránni. Tað verður klokkan 14.30, at bátarnir, sum savnast undir Fútakletti, byrja at sigla inn á Vestmanna.
Tá komið verður til lands, og bátarnir liggja trygt við brúgvarnar, verður borðreitt við ókeypis suppu og øðrum góðum til allar bátastevnugestir. Supputiltakið verður í stóra tjaldinum, og meðan fólk fáa sær, verður harmonikutónleikur at hoyra.









