Besta avrikið hjá StÍF hetta kappingarárið

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Hilmar Jan Hansen og Claus Rasmussen taka samanum Kyndil-StÍF 25-28 (11-13)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen, og viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin í Faxe Kondi steypakappingini millum Kyndil og StÍF, sum strandingar vunnu 28-25.

 

Borgar Persson hjá StÍF segði við Claus Rasmussen beint aftaná dystin, at talan er um besta avrikið hjá StÍF hetta kappingarárið, og Claus er samdur við honum. StÍF megnaði at halda fokus, eisini tá teir mistu Svein Justinussen í fyrra hálvleiki, tá hann fekk reytt kort. 

 

Nú verður dysturin millum Kyndil og VÍF komandi mikukvøld sera avgerandi, staðfestir Claus Rasmussen.