Besta avgerðin nakrantíð

- Viðgerðin hjá mær eggjaði meg at taka ein dag í senn. Og tað geri eg enn, sigur hann. Nú hevur Michael Olsen verið edrúur í 31 ár.

Ein dag í senn. Tað er lykilin til, hvussu Michael Olsen skjótt hevur verið edrúur í 31 ár.

- Viðgerðin hjá mær eggjaði meg at taka ein dag í senn. Og tað geri eg enn, sigur hann.

 

Tað var á jólafrokostinum hjá Klaksvíkar Timburhandli í 1985, at Michael Olsen seinast datt útí.

- Eg hugsaði, at eg fái mær eina øl, bara eina. Tað skuldi eg ongantíð gjørt. Og tó, tað var byrjanin til nakað betri, sigur nú 76 ára gamli klaksvíkingurin.

 

Eina ølin á jólafrokostinum bleiv til fleiri, og hann byrjaði upp á aftur eitt av sínum alt ov mongu tørnum. Tollaksmessudag bleiv hann koyrdur heim til konuna. Hon tók ímóti honum í durunum.

- Tá fekk eg greið boð. Nú orkaði hon ikki longur. Eg mátti taka annað skinn um bak ella rýmdi hon, sigur Michael Olsen.

 

Fyrsta ølin á jólafrokostinum gjørdist samstundis fyrsta ølin í endurreisnini. 4. januar fór hann til Íslands til avvenjingar.

- Tað er besta avgerð, eg nakrantíð havi tikið. Eg var í Íslandi í 28 dagar og fekk eitt nýtt lív. Eg var eitt annað menniskja, tá eg kom aftur til Føroya. Tostin bleiv burtur, eg veit satt at siga ikki hví, men eg veit, at hann er horvin. Alt, sum eg eri og havi í dag, er orsaka av, at eg valdi at fara til Íslands, sigur hann.

 

Hann greiðir frá, at tað var ógvuliga ymiskt, hvussu fók hugsaðu um tað at fara til Íslands, men fyri mong var tað nakað, tey skammaðust um. Tá góða hjálpin, hann fekk, verður havt í huga, angrar hann ikki eina løtu.

- Man má tora at taka stigið, um tað er at fara til Íslands ella um Velbastaðsháls. Nógv halda enn, at tað er skomm, men sjálvur eri eg framvegis stoltur um at hava gjørt tað, sigur hann.

 

Michael Olsen dylir ikki fyri, at drykkiskapurin var um at gera enda á familjuni. Hann og konan, Sólrun, høvdu tvey børn.

- Eg veit at tað var hart fyri tey trý. Allir alkoholikarar halda, at eingin veit av, at teir drekka, men øll vita av tí. Tørnini tóku hart upp á familjuna. Tað gera tey altíð, eisini í dag. Tað eru nógvar familjur, sum hava tað ræðuligt um jólini, minnir hann á.

 

Í Vikuskiftissosialinum er ein longri samrøða við Michael Olsen. Eisini er eitt prát við børnini bæði, Jonhard Larsen og Jórun Mørkøre, um hvussu tey upplivdu hesa tíðina.