Besta ár nakrantíð

Høgir laksaprísir elva til bjartskygni á Glyvrum. Árið í fjør verður tað besta hjá Bakkafrost nakrantíð, sigur Regin Jacobsen

Høgir laksaprísir elva til bjartskygni á Glyvrum. Árið í fjør verður tað besta hjá Bakkafrost nakrantíð, sigur Regin Jacobsen

 

Útflutningurin av alifiski er vaksin heili 604 milliónir krónur, fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, sammett við árið fyri. Frá januar til og við november í fjør útflutti alivinnan fyri tvær milliardir og 261 milliónir krónur.

 

Vøksturin er heili 36 prosent, hóast nøgdirnar í tonsum eru tær somu.

 

Les eisini: Útflutningurin vaksin 10 prosent

 

Góða gongdin í alivinnuni sæst aftur hjá Bakkafrost, sum ger seg til reiðar at leggja fram sítt besta ársúrslit nakrantíð.

 

- Ja, tá roknskapurin verður almannakunngjørdur 25. februar, koma vit at leggja fram okkara besta úrslit nakrantíð, sigur Regin Jacobsen.

 

Orsøkin er fyrst og fremst at finna í góðu laksaprísunum.

 

- Vit høvdu ikki roknað við so høgum laksaprísum, ásannar Regin Jacobsen, sum tó vísir á at kostnaðurin at ala eitt kilo av laksi er øktur eini 3-4 krónur síðstu árini.

 

Útlitini fyri 2014 eru somuleiðis sera góð. Bakkafrost roknar við at taka umleið 47.000 tons av laksi í ár, og tað eru 4500 tons meira enn í fjør. Eisini verður roknað við, at høgi laksaprísurin fer at halda sær.

 

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.