Besta anleggið til Lukas Graham

Tað verður ikki spart upp á krútið, tá ið ljóð verður gjørt til konsertinar hjá Lukas Graham um vikuskiftið

Tað verður ikki spart upp á krútið, tá ið ljóð verður gjørt til konsertinar hjá Lukas Graham um vikuskiftið.


Fríggjakvøldið og leygarkvøldið hevur poppbólkurin Lukas Graham konsertir í høllini á Hálsi í Havn. Konsertin leygarkvøldið er útseld, men framvegis eru atgongumerki eftir til konsertina í annaðkvøld.

 

Nógv verður gjørt burtur úr tøknini til konsertinar við helst best umtókta poppnavninum á okkara leiðum í løtuni.

 

– Vit hava ongantíð áður brúkt eitt so stórt og framkomið anlegg til eina innandura konsert í Føroyum áður. Anleggið skal ljóða hart og væl, so at áhoyrararnir kunnu uppliva tónleikin hjá Lukas Graham á besta hátt, sigur Hjalmar Hvítklett, stjóri í fyritøkuni Ljóðtøkni, ið stendur fyri ljóðinum til konsertirnar um vikuskiftið.

 

Lukas Graham er bólkur á altjóða stigi, og ljóðanleggið, sum teir skulu brúka í Føroyum, skal eisini liva upp til tað. Vit hava áður sæð, hvussu væl Lukas Graham spælir, og upplivingin um vikuskiftið skal verða á sama høga stigi – eisini tøkniliga.

 

Bæði kvøldini hitar Signar í Homrum upp.