Besta adressan í Havnini

So avgjørdur er stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, tá spurt verður, hví alt virksemið hjá felagnum skal flytast av Hálsi og oman á Kongabrúnna, har felagið annars eisini hevur virkað í mong ár. Men ein trupulleiki er parkeringin, men hetta er ikki ein størri trupulleiki, metir stjórin

- Hetta er besta og sjónligasta adressa í Havnini, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, tá spurt verður, hví alt virksemi felagsins nú flytur oman á Kongabrúnna.
Felagið hevur stóran bygning á Hálsi, har parkeringsviðurskiftini eisini eru góð. Tí kann tykjast løgið, at felagið nú flytur alt virksemið í nýumvældu bygningar sínar á Kongabrúnni.
Umframt, at Kongabrúgvin er góð adressa, ella ein hin besta í Havnini, so metir Gunnar í Liða eisini, at parkeringstrupulleikn er ikki størri, enn áður.
- Vit hava Skálatrøð, Glaðsheygg og økið við Musikkskúlan. Og tað er ikki so langt at fara. Eg nýti sjálvur Glaðsheygg, sigur Gunar í Liða.
- Vit verða eisini færri fólk nú, enn tá Gjaldstovan eisini húsaðist her, sigur Gunnar í Liða.
Sostatt er trýstið á Kongabrúnna kanska heldur minkað, enn vaksið.
Annars fegnast stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar um nýggju umvælingarnar á Kongabrúnni.
- Tað var ikki vakurt. Nú hava vit fingið eina nýggja býarmynd. Vit hava i 3 bygningar sum tosa við hvønn annn. Vit vildu ikki gera eina stóra flatu, tí so hevði tað iki verið so vakurt, sigur Gunnar í Liða um loysnina við at varðveita skipanina við trimum bygningum.
Hvat gerast skal við stóra bygningin á Hálsi, er støða ikki tikin til. Hann kann leigast ella seljast.
- Vit eiga bygningin enn og fleiri fyrispurningar hava verið, sigur Gunnar í Liða.