Best við kollektivum semjum

Aðalskrivarin í FSF heldur, at føroysku fótbóltsfeløgini áttu at gjørt okkurt slag av semju, soleiðis at pengastreymurin í føroyskum fótbólti varð betri reguleraður



Fíggjarkrøv


Ein partur av minstukrøvunum hjá UEFA, sum seinnu árini eru komin í gildi kring alt Europa, eru minstukrøvini til roknskapirnar hjá feløgunum.
                      Her er kravið í løtuni, at feløgini skulu lata grannskoðaðan roknskap inn til Fótbóltssambandið, sum síðani skal meta, hvørt felagið skal fáa góðkenning at spæla komandi kappingarárið. Ætlanin við hesum hevur alla tíðina verið, at UEFA skal seta ávís krøv til eginpening, skuldarbindingar og annað hjá feløgum, men sambært Ísak Mikladal, aðalskrivara, so verður tað neyvan í bræði, at hetta verður partur av krøvunum.
                      - Fyrst og fremst, so er hetta ikki nakað, sum tey stóru børsnoteraðu feløgini í Europa vilja ganga undir. Tey halda seg fyrst og fremst til reglurnar, sum eru galdandi á partabrævamarknaðunum, og tí vilja tey ikki hava skyldu at geva UEFA aðrar upplýsingar enn tær, sum longu verða givnar partaeigarunum. Og hóast valdið hjá UEFA til tíðir kann tykjast stórt, so fáa teir neyvan gjørt nakað her og nú fyri at broyta tann hugburðin, heldur Ísak Mikladal.
 
Áttu at funnið felags leist
Hann sigur eisini, at her í Føroyum skulu vit neyvan rokna við, at FSF fer at hava nakran meira aktivan leiklut í eftirkanningini av fíggjarviðurskiftum hjá feløgunum, enn felagsskapurin hevur í løtuni. Men hann leggur tó dent á, at hann væl kundi hugsað sær, at feløg í ávísan mun sjálv gjørdu eina semju, sum partvíst kundi regulerað økið.
                      - Nú tosið eg bara fyri meg persónliga, men tað tykist, sum byggja feløgini í løtuni ov nógv uppá, at inntøkurnar framhaldandi skulu økjast. Og tað er ein veruleiki, at tað hjá teimum allar flestu man vera ógvuliga avmarkað, hvaðani fleiri inntøkur skulu koma.
                      - Tí haldi eg heldur, at feløgini í størri mun áttu at tátta í á útreiðslusíðuni, og her kundi ein upplagdur møguleiki verið, at feløgini reguleraðu reglurnar fyri flyting og samsýning av ungum spælarum.
                      - Í dag síggja vit fleiri dømi um, at dyrgt verður eftir spælarum niður í dreinja- og smádreingjadeildirnar, og tað er nakað, sum eg haldi eigur at verða steðgað. Tað kundi verið gjørt á tann hátt, at spælarar undir t.d. 16 ár ikki hava loyvi at skifta felag, uttan so at serligar orsøkir tala fyri hesum. T.d. at foreldrini flyta í annað øki í landinum ella líknandi.
                      - Og so kundi tað eisini verið gjørd ein regla um, at spælarar ikki kunnu fáa løn sum part av samsýning sínari, fyrr enn teir eru fyltir 21 ár. Hetta tí feløg jú hava stóran kostnað av at menna spælarar, til teir eina ferð eru búnir til at stríðast í bestu deildini. Og tí kanst tú siga, at spælarin fyrst skal »gjalda« sítt aftur til felagið, áðrenn hann verður samsýntur við peningaupphæddum.
                      - Og loksins, so skuldi eisini onkur regla verið, sum forðaði ungum spælarum - t.e. upp til 21 ár - at skift felag, uttan at samsýning varð latin móðurfelagnum, sum jú hevur havt útreiðslurnar av at menna hendan.
 
Krevur sáttmálar til allar
Samanlagt heldru aðalskrivarin, at tú við slíkum reglum kundi avmarkað tann dystin, sum feløgini í dag føra í stríðnum um ungar fótbóltsspælarar, og partvíst vildi tað eisini avmarkað peninganýtsluna hjá feløgunum.
                      - Hetta kundi kanska givið nakað av fíggjarligum og umsitingarligum stabiliteti í feløgini, og tað vildi væl eisini verið nakað, sum í longdini gav eitt betri úrslit fyri felagið.
                      - Skal hetta gerast veruleiki, so er tó eisini neyðugt, at allir spælarar í bestu deildini verða sáttmálaspælarar við góðkendum sáttmálum. Her kundi reglan til dømis verið, at eingin spælari hevur loyvi at spæla í bestu deildini, uttan at hesin hevur góðkendan sáttmála. Tað nýtist ikki at vera so, at allir sáttmálar innihalda krøv um pening til spælaran, men við sáttmálum á øllum økjum, vóru øll spæliloyvi v.m. í fastari legu, og tí vildu vit sloppið undan fleiri av teimum trupulleikum, sum hava verið sjónligir seinastu tíðina, heldur aðalskrivarin.
                      Hann leggur tó at enda dent á, at skal ein slík skipan gerast veruleiki, so má útspælið koma frá feløgunum.
                      - Hetta er sum sagt bara mín persónliga meting, og eg trúgvi ikki, at FSF á nakran hátt kann kroysta ein slíkan leist niður yvir feløgini. Men sum skipanin koyrir í dag, so er vandi fyri, at fleiri feløg koma sær í fíggjarlig óføri. Og tað kann onga tíð verða gott fyri føroyskan fótbólt.