FORELDRAMYNDUGLEIKI
John Johannessen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er heitur talsamaður fyri at seta ríkislógartilmælið um foreldramyndugleika í gildi í Føroyum, og hetta vísti hann eisini á undir viðgerðini av løgmansrøðuni.
Hann heldur tó, at tað besta hevði verið at brúkt tað íslendska ella norska modellið, sum hann tekur til, har børnini verða søgd at hava rætt til bæði síni foreldur, men hann ásannar, at møguleiki er ikki í núverandi samgongu at yvirtaka familjurættarækið, og tí ber ikki til at smíða føroyskar lógir um hesi viðurskifti.
Spurdur, um hann veit av, at felags foreldramyndugleiki bert kann avtalast, um foreldrini eru samd, sigur John Johannessen:
- Ja, men hetta er eitt framstig í mun til tað, vit hava havt, men mær dámar sum sagt betur tað, tey hava í Íslandi og Norra. Tað er ein meira logisk og rættvís skipan, men tað er lítið annað at gera undir verandi umstøðum enn at seta donsku lógina í gildi.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hví ikki bíða eftir tí nýggju donsku lógini?
- Tað veit eg ikki, nú hava vit bíðað so leingi. Faktiskt er alt famuiljurættarøkið avoldað, sigur John Johannessen, og vísir m.a., at serliga tað, at ógiftir pápar í Føroyum ikki kunnu veljast í skúlaráðini ikki sømir seg í okkara tíð, og tí er hetta ikki gott fyri javnstøðuna. Hann metir tó hinvegin, at einki forðar okkum í at dagføra lógina seinni, men leggur dent á, at sjálvur heldur hann, tað hevði verið best, yvirtikið familjurættarøkið. Hann er tó ikki vísur í, um allur Javnaðarflokkurin er samdur við honum í hesum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$- Men talan er bara um javnstøðu á hesum økinum, so leingi mammurnar ynskja tað?
- Ja, tað er bara javnstøða so leingi mammurnar ynskja tað, hetta er ikki optimalt, so tað hevði verið frægari, um vit yvirtóku hetta økið.
John Johannessen vísir tó á, at familjurættarøkið er eitt komplekst øki at yvirtaka, men sigur seg tó fegnast um, at vit eru komin so langt, sum vit nú eru.
MYNDATEKSTUR:
Faktiskt er alt famuiljurættarøkið avoldað, sigur John Johannessen