EYÐUN KLAKKSTEIN
Formaðurin í Fótbóltssambandinum, Torleif Sigurðsson, mælir nú til eina óvæntaða loysn á øllum Tórsvallar málinum. Hann heldur, at besta loysnin er, at FSF yvirtekur vøllin.
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um ógreiðu viðurskiftini, sum gera, at Tórsvøllur ikki kann byggjast liðugur og fáa altjóða góðkenning frá UEFA. FSF skal eftir ætlanini byggja bygningin, sum skal hýsa skiftirúmum, trygdarrúmum, fjølmiðlahølum og annað, men tann parturin av verkætlanini kann ikki gerast liðugur, tí FSF og Grunnurin Tórsvøllur ikki enn hava fingið upp á pláss, hvussu viðurskiftini millum Tórsvøll og FSF skulu vera.
Men nú mælir formaðurin í FSF til eina heilt aðra loysn á øllum málinum um Tórsvøll.
? Besta loysnin hevði verið, um FSF yvirtók alla Tórsvallar verkætlanina, bygdi og átti vøllin, sigur Torleif Sigurðsson við Ítróttar-Sosialin.
? Tað hevði verið nógv tað greiðasta, og hevði havt við sær, at FSF kundi avgjørt, hvussu vøllurin skuldi brúkast. Tað hevði eisini givið fólki røttu myndina av, at Tórsvøllur er eitt landsstadion og ikki ein vøllur í Havn.
Havnafeløgini
fara at trýsta
Formaðurin í FSF óttast fyri, at føroyskur fótbóltur ikki fer at hava ávirkan á, hvussu vøllurin fer at verða rikin, hóast tað eru føroysku feløgini, sum skulu gjalda fyri vøllin.
? Tað er greitt, at hvussu tað so enn víkir og vendir, so verður tað føroyskur fótbóltur, sum kemur at gjalda fyri Tórsvøll. Antin gera vit tað gjøgnum byggingina, ella verður tað í aðru syftu við gjaldi fyri brúk av vøllinum og hølum, sigur Torleif Sigurðsson.
Hann heldur, at tá FSF skal hava so týðandi leiklut á Tórsvølli, er tað eisini rímuligt, at teir verða við, tá avgerðirnar skulu takast.
Ítróttar-Sosialurin hevur skilt, at FSF millum annað óttast fyri, at feløgini í Havn fara at trýsta harðliga fyri at sleppa á Tórsvøll at venja og spæla, og at FSF tí ikki fer at kunna brúka vøllin, sum teir ætla. Millum annað tí heldur FSF, at greiðasta loysnin er, at FSF eigur og rekur vøllin, tí so verða eingir trupulleikar við at tryggja liðunum hjá FSF pláss og tíð á vøllinum.
Poul hevur onga viðmerking
Formaðurin í Grunninum Tórsvøllur vil ongar viðmerkingar gera til útsøgnina hjá formanninum í FSF.
? Eg vil bara siga, at Torleif Sigurðsson sjálvandi hevur loyvi at hava síni sjónarmið í hesum máli, og tey skal hann sleppa at hava í friði fyri mær, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur tó, at FSF higartil hevur fingið tað ávirkan, sum teir hava keypt sær til, og hann spyr, um tær kommunalu milliónirnar, sum eru í verkætlanini, onga ávirkan skulu hava á vøllinum.
Mikukvøldið var nevndarfundur í FSF, og tá var Tórsvøllur høvuðsmál. FSF skal nú gera upp við seg sjálvt, hvussu tað skal fara fram í hesum máli.
Men tað stendur framvegis greitt, at skal FSF brúka fleiri pengar enn tær 2,5 mió., sum longu eru brúktar, so skal ein eykaaðalfundur geva loyvi til tað.
Og tá verða tað føroysku feløgini, sum hvør í sínum lagi, kom at hava ávirkan á avgerðina.
Men formaðurin í FSF segði við Ítróttar-Sosialin í gjár, at um føroysku feløgini siga nei til at brúka fleiri pengar í Tórsvølli, so kann tað enda við, at FSF skal gjalda fyri vøllin gjøgnum brúk av honum, og tá verður torført at fáa ávirkan.