Opel Meriva kom fyrstu ferð á marknaðin í 2003 og er tí fyrstu ferð við í hesum
týsku TÜV kvalitetskanningum, ið einans verða gjørdar av bilum, ið hava verið á marknaðinum í minst trý ár.
Meriva legði seg beinanvegin á odda í hesum kvalitetskanningum millum 113 onnur bilmodell, sum vóru upp til trý ára gomul. Tað vórðu einans funnir 1,8 prosent feilir í Opel Meriva – meðan miðaltalið fyri øll bilmerkini tilsamans var 5,9 prosent.
Miðaltalið fyri Meriva má sigast at vera sera gott, tí tað er sjáldan at eitt bilmodell klárar at fáa feilprosent upp á undir 2,0.
TÜV kvalitetskanningin fyri 2007 roknar við øllum úrslitum frá sýnaðum bilum í sambandi við ”paragraf 29” í týsku Road Traffic Regulations (StVZO) frá TÜV-testsentrunum í tíðarskeiðinum frá juli 2005 til og við juni 2006. Tilsamans sjey milliónir bilar vórðu kannaðir.










