TíÐindaskriv
Vegna stigtakarnar Ferðaráð Føroya Hjørdis Zachariassen
??????????????????????
Nú hava kommunurnar í Føroyum aftur møguleika fyri at luttaka í kappingini ?Best røkta bygd 2001.?
Áhugin fyri tiltakinum er stórur. Ferðaráðið, sum samskipar tiltakið, hevur fingið fleiri fyrispurningar frá kommunum, ið hava sýnt tiltakinum áhuga, og í hesum døgum hava tær fingið eitt kunnandi bræv og tilmeldingarskjal til kappingina ?Best røkta bygd 2001?
Ár um ár hava kommunur og áhugafeløg lagt stóra orku í at fríðka teirra øki, og skipað hevur verið fyri eitt nú ruddingardøgum. Fyri ferðavinnuna hevur hetta alstóran týdning, tá hugsað verður um, at ferðafólki kemur m.a. til Føroya fyri at uppliva okkara reinu og óspiltu náttúru.
Tiltakið er annaðhvørt ár, og varð fyrstu ferð fyriskipað í 1997, tá Sandavágur gjørdist vinnari. Tvey ár seinni var tað Eiði, sum fekk heiðurin ?Best røkta bygd 1999?.
Heitið og heiðurin ?Best røkta bygd 2001? fær tann bygdin, býurin ella býlingurin, sum hevur gjørt mest burturúr at skapa trivna og fríðka um umhvørvið. Reinførið er partur av hesum, men dentur verður t.d. eisini lagdur á, at økið er vælvirkandi fyri ferðafólki.
?Best røkta bygd 2001? fær eina virðisløn á kr. 30.000 frá Føroya Sparikassa. Eisini fær vinnarin eitt listarverk til minnis. Onnur og triðja virðisløn verða eisini latnar. Virðis-lønirnar skulu nýtast til eitthvørt, sum stuðlar endamálinum við kappingini - at eggja føroyingum til at hugsa um og virða umhvørvi, sið og mentan.
Vinnarin fær eins og undanfarnu árini eitt skelti, har teksturin verður ?Best røkta bygd 2001?, ?Clean and Green award winner? ? ein staðfesting av, at her búgva fólk, sum seta trivnaðin høgt.
Stigtakararnir, sum eru Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag (FNU), Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Ferðaráð Føroya, hava mannað eina dómsnevnd. Hesi eru Jacob Pauli Joensen, Gunnleyg Durhuus, Óli Mikkelsen, Osva Olsen og Per Hansen, sum um mánaðarskiftið mai/juni fara kring Føroyar at vitja og í felag finna 'Best røktu bygd 2001?.
Mikudagin 6. juni verður avdúkað á Listasavni Føroya, hvør fær heitið og heiðurin ?Best røkta bygd 2001?.









