Best og bíligast at leggja MRCC og Tórshavnar Radio saman

?Gongdin allastaðni í verðini er, at MRCC støðir og vanligar radiostøðir, sum Tórshavnar Radio, verða lagdar saman, sigur Hjallgrím Hentze á Føroya Tele. Hann er sostatt grundleggjandi ósamdur við Don Petersen, samskipara á Radioeftirlitinum

 

Samskifti


? Tað er skilagott at leggja eina føroyska MRCC, saman við Tórshavnar Radio. Og tað er heldur ongin ivi um, at tað er effektivast, at støðin liggur í Havn.

Tað sigur Hjallgrím Hentze, sum er stjóri á teknisku deild á Føroya Tele.

Sostatt er hann grundleggjandi ósamdur við Don Petersen, samskipara á Radioeftirlitinum, sum í Sosialinum nú ein dagin segði, at tað var bara í kommunistiskum londum, og londum við hernaðarstýri, at MRCC støðirnar og strandarradiostøðirnar, sum t.d. Tórshavnar Radio, verða lagdar saman.

Don Petersen segði, at hetta var tí, at strandarradiostøðirnar vóru altíð sivilar , men at MRCC støðirnar altíð vóru hernaðarligar ella hálvhernaðarliga. Og framkomin lond vildu ikki geva herinum, ella hálvhernaðarligum stovnum , sum t.d vaktar og bjargingartænastum, ræði á teimum sivilu støðunum.

Hesum er Hjallgrím Hentze langt frá samdur í.

Hann sigur, at hetta, sum Don Petersen førir fram, er ein farin tíð.

? Fyri 10-15 árum síðani var hetta veruleikin, men soleiðis er ikki longur. Allastaðni í verðini er gongdin tvørturímóti tann beint øvugta nú á døgum. Allastaðni verður roynt at samskipa MRCC støðir og strandarradiostøðir og at leggja tær saman fyri at gera tær bíligari og effektivari .Og summa staðni er hendan samanleggingin longu fullførd.

Hann sigur, at strandarradiostøðir, sum Tórshavnar Radio, hava tvær meginuppgávur. Onnur er ?neyð og trygd?, tvs, at lurta døgnið runt um nakar sendir neyðarkall.

Hin parturin er tær ?kommerciellu? tænasturnar, eitt nú at avgreiða telefonsamtalur. Men hesin parturin verður niðurlagdur víða hvar, tí alt slíkt samskifti verður meiri og meiri automatiserað við fartelefonum, fylgissveinasamskifti o.s.fr.

? Eitt nú avgreiða strandarradiostøðir í Niðurlondum, Bretlandi og Týsklandi og ikki longur vanligar telefonsamtalur og har eru strandarradiostøðirnar og MRCC lagdar undir sama vald. Tvs, at tað er sami myndugleiki, sum bæði røkir tað uppgávuna, sum eitur ?neyð og trygd? og tað uppgávuna, sum eitur MRCC.

Og gongdin er tann sama alla aðrastaðni eisini.

? Hinvegin koma strandarradiostøðirnar við lurtiskyldu, at avgreiða ?neyð og trygd? í nøkur ár afturat, men, sum frá líður verður eisini tað automatiserað.

Hjallgrím Hentze sigur at eisini í Írlandi eru strandarradiostøðin og MRCC fult samanløgd. Umframt at røkja ?neyð og trygd?, umsitur støðin í Írlandi eisini vanligar telefonsamtalur, men har eru tað manningin á MRCC støðini, sum røkir allar uppgávurnar.

? Hetta er sjálvsagt fyri at gera raksturin bíligari, tí hví skulu tvey vaktarhald verða, tá ið tað bara er neyðugt við einum, sigur Hjallgrím Hentze.

Hann leggur afturat, at í Noregi eru tey eisini í ferð við at leggja saman og í Íslandi er samanleggingin lutvíst framd.

Hann sigur, at orsøkin til, at MRCC og Strandarradiostøðir vóru hvør sær fyrr, var, at tað altíð vóru tey gomlu telefon-monopolini, sum róku strandarradiostøðirnar.

Hinvegin lá bjargingarskipanin,ella MRCC, aloftast undir hernaðarvaldinum, ella hálvhernaðarligum stovnum. Hetta var tí, at hervaldið og teir hálvhernaðarligu stovnarnir, frammanundan høvdu bæði skip, tyrlur, flogfør o.a. til taks.

MRCC-støðirnar brúktu síðani strandarradiostøðirnar til at samskifta við sivil skip við, men tað loyniliga hernaðarliga samskiftið hevur verið um MRCC støðina.

? Tann politiska avleiðingin av hesum, er, at vanligahevur MRCC ligið undir lógmála- ella hernaðarráðharrum, men strandarradiostøðirnar hava ligið undir ráðharrunum, sum høvdu vinnumál ella telefonmál undir sær. Í Danmark liggur støðin undir ráðharranum, sum hevur gransking undir sær.

? Men so hvørt sum tað vanliga telefonsamskiftið hjá strandarradiostøðunum er minkað burtur í lítið og onki, er tilverugrundarlagið undir teimum blivið burtur.

? Hjallgrím Hentze sigur, at síðani eru onnur lond komin til ta niðurstøðu, at tað er ongin orsøk til at hava tvær manningar á vakt døgnið runt, eina á Strandarradiostøðini, sum situr og lurtar eftir neyðarkallum og eina á MRCC støðum, sum situr og bíðar eftir at hin fyrra ringir og boðar frá einum neyðarkalli, og setir leitingar- og bjargingararbeiðið í verk..

? Tí hevur gongdin í londunum rundanum okkum tey seinastu árini verið tann, at arbeitt verður fram ímóti, at tað er bara skal vera tann eina manningin á vakt , sum so skal røkja báðar uppgávurnar.

Hann sigur, at samstundis verða støðirnar meiri og meiri miðsavnaðar. Eitt nú eru allar radiostøðirnar í Danmark niðurlagdar, so at Lyngby Radio nú røkir alt Danmark einsamalt


Best í Havn

Ein annar spurningur, sum hevur verið nógv frammi í sambandi við MRCC støðina, er, hvar hon skal vera. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur ført fram, at besta loysnin er at leggja hana í Havn. Hinvegin helt Don Petersen, at onki var, til hindurs fyri, at hon var onkra heilt aðrastaðni. Hann vísti m.a. á, at Lyngby Radio er í Lyngby, men danska MRCC støðin er í Århus.?

Hvat sigur Hjallgrím Hentze til tað?

Fyri so vítt er hann samdur við Don Petersen í, at MRCC støðin kann verða hvar sum helst.

Men hann vísir á, at eitt, sum eyðkennir eitt effektivt MRCC, er, at tað skal bera til, í eini knappari vending, at savna myndugleikar og serfrøðingar á ymsum økjum á støðina.

? Vit kunnu hugsa okkum, at ein størri vanlukka hendir. Tá kann tað vera neyðugt, í skundi, at fáa serkunnleika av sjúkrahúsi, brandstøð, løgreglustøð, vaktar- og bjargingarstøðini, ella serfrøðingar innan oljudálking, á MRCC støðina at ráðgeva um, hvussu farast skal fram. Tað kann eisini hugsast, at tað verður neyðugt at fáa sálarfrøðingar á støðina at hjálpa og vegleiða bangin avvarandi. Somuleiðis kann eisini tíðindatænastan verða kunnað av støðini.

Tí heldur hann, at tað hevði verið skilagott at leggja eina føroyska MRCC støð í Havn, saman við Tórshavnar Radio, tí her er serfrøðin á flest øllum økjum savnað frammaundan. Og her ber tað til at samskipa vaktirnar hjá báðum støðunum, so vit sleppa undan at hava tvær manningar, har tað bara er neyðugt við einari.

Men í hesum sambandi vísir hann á, at í løtuni er ?neyð og trygd?, sum Tórshavnar Radio umsitur, danskt málsøki.

Tí leggur hann dent á, at sum støðan er, kann tað ikki koma uppá tal, at MRCC verður lagt uppi á gomlu Telegrafstøðini, við tí fyri eyga, at manningin á Tórshavnar Radio eisini skal røkja MRCC.

? Tað skal vera vatntætt skott ímillum, so leingi tað er danski staturin, sum hevur ábyrgdina av ?neyð og trygd? ímeðan føroyingar hava ábyrgdina av MRCC.

? Tí fæst ikki full nytta av samanleggingini, fyrrenn ?neyð og trygd? eisini er yvirtikin, og lagt undir sama stýri undir Landsstýrinum, sum MRCC, sigur Hjallgrím Hentze .