Best fyri trygdina, at fólk møta í góðari tíð

Løgreglan spælir ein stóran leiklut í samband við stórar landsdystir.

 

Martin Berg, løgreglumaður, sum hevur havt tað sum part av sínum starvsøki seinnu árini, at trygdin í samband við landsdystir er í lagi, vitjaði á Rás2 fyrr í dag.

 

Har greiddi Martin Berg frá, at tað er týdningarmikið fyri trygdina, at fólk møta í góðari tíð til landsdystir. Parkera bilin í góðari tíð, og koma inn á Tòrsvøll í góðari tíð. Martin Berg leggur eisini herðslu á, at tað er ein óbøtaligur skaði, um nakar áskoðari tveitir nakran lut inn á Tórsvøll. Tað kann fáa sera álvarsamar fylgjur fyri føroyskan fótbólt.

 

Dysturin millum Føroyar og Írland á Tórsvølli byrjar klokkan 19 í kvøld.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Martin Berg, løgreglumann undir greinini her.