Forsetaval
Jan Müller
Claus Larsen-Jensen sigur við Sosialin, at amerikanska valið hevur stóran týdning fyri gongdina ikki bert íøllum heiminum men serstakliga í Europa. Ein demokratiskur forseti fer at vera ein fyrimunur fyri Europa. Tað sóu vit m.a. við Clinton, og tað fara vit eisini at uppliva við Kerry sum forseta.
?Tað er tó ikki so, at amerikanskur uttanríkispolitikkur grundleggjandi fer at broyta seg eftir stutta tíð, men vit í Europa fara í størri mun at hava eitt "holdningsmæssigt og politiskt værdifællesskap" saman við demokratunum enn við Georg Bush, sum hann málber seg.
-Vit hava sæð, at Bush rekur ein sera einvísan og egoistiskan politikk, har tað bara snýr seg um, at tað er USA, sum bestemmar. Europa ella restin av heiminum hava einki at siga. Hvørki USA ella Europa kunnu standa einsamøll. Tørvur er á einum tættari samarbeiði, men dømi eru eisini um kreftir í USA, sum ganga inn fyri protektionismu. Vit síggja, at globaliseringin hevur stóra ávirkan á amerikanskt vinnulív. Tað hava vit verið von til í Europa. So tað er beint tvørturímóti tí fríhandli og globalisering, sum hevur verið grundarlagið undir tí europapeiska-amerikanska samarbeiðinum, og sum skuldi skapa vøkstur.
Claus Larsen-Jensen dylur tí heldur ikki fyri, at hann er ikki Bushmaður.
Hví?:
?Tí hann hoyrir til tann kristna høgravongin. Bush er stýrdur av tí víðgongda høgravonginum, meðan demokratarnir, sum hóast teir framvegis eru eitt borgarligt partí, tó liggja tættast at eitt nú sosialdemokratunum í Europa.
Stórur munur er millum Europa og USA, hóast hesi eru partur av Vesturheiminum. Eitt nú deyðarevsingin, sum í dag er gerandiskostur í mongum amerikonskum statum, men sum er fullkomiliga bannað í Europa. Í nýggju euroapeisku grundlógini plikta øll limalond seg til ikki at kunna brúka deyðarevsing. Claus Larsen-Jensen vónar eisini, at hugburðurin hjá amerikanarum til deyðarevsing kann broytast, og hann vísir ikki aftur, at hesar broytingar kunnu koma skjótari við demokratum í stjórn enn við republikanarum.