Í Sosialinum 3. november hevur Áki Bertholsen ein forvitnisliga grein um haruveiðu. Greinin byggir á ein fyrilestur, sum eg havi havt um hetta evnið og á eina telefonsamrøðu, sum Áki Bertholsen hevði við meg aftaná á fyrilesturin. Tíðan verri hevur ein keðilig villa sníkt seg inn í greinina, har eg verið siteraður fyri at siga: “....Lívfrøðingurin heldur, at tað hevði verið forsvarligt at skotið harur í januar, februar og kanska í mars eisini”. Men hetta haldi eg ikki. Eg haldi, at veiðitíðin, har loyvt er at skjóta haru, skal vera verandi, sum hon er nú, t.v.s. frá 2. november til 31. desember, sum er einar 60 dagar um árið.
Veiðitíðin verið skiftandi ígjøgnum tíðina Haran kom til Føroyar í 1855. Síðani tá hevur tíðarskeið, har loyvt hevur verið at skjóta haru verið eitt sindur ymiskt. Fyrsta lógarásetingin um haruskjóting í Føroyum er frá 1881. Tá var loyvt at skjóta haru í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 14. februar; tilsamans 136 dagar um árið. Í 1928 varð tíðarskeiðið stytt til 91 dagar; frá 1. november til 31 januar. Í 1945 varð lógin aftur broytt, so tú kundi skjóta 60 dagar um árið, og hetta er tað, sum hevur verið galdandi síðani, undantikið árið 1969, tú skjótast kundi 30 dagar um árið; frá 3. november til 3. desember, men hetta var bert galdandi hetta eina árið.
Kanska tolir haran størri veiðitrýst Tað kann vera, at føroyski harustovnurin hevði tolað, at veiðitíðin varð longd eitt sindur, kanska einar tvær vikur, uttan hetta hevði skatt stovnin. Men trupulleikin í dag er, at vit vita so lítið um føroysku haruna. Eingin almenn skráseting hevur verið av, hvussu nógv hara verður skotin Í Føroyum. Teir, ið skjóta haru, hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógv teir hava fingið, hvussu ofta teir hava skotið ella hvussu nógvir mans hava verið við. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvar harur árliga hava verið skotnar Føroyum gjøgnum tíðina, ella hvussu stór royndin hevur verið. Tað hevur tí heldur ikki verið møguligt, at gjørt eina nágreinilig kanning av, hvussu stórur føroyski harustovnurin er. Øll hendan vitanin um føroysku haruna er neyðug, um vit ætla at leingja um veiðitíðina eftir haru. So leingi sum vit ikki hava hesa vitanina, haldi eg, at veiðitíðin skal vera verandi, sum hon er nú, t.v.s. frá 2. november til 31. desember.
|