Best at hava regnklæðini við á ólavsøki

Midnáttarangurin á Vaglinum verður vátur í ár

Veðurvánirnar fyri ólavsøkuni hava verið heldur boðað frá heldur ivingarsamum veðri á tjóðarhátíð okkara, og tey nýggjastu veðurtíðindini eru lítið mætari.  Men nú er so langt útliðið, at veðurtíðindini í dag mugu metast at vera toliliga eftirfarandi.

 

Í morgin, ólavsøkuaftan verður fitt av vindi av eystri og landsynningi, einir 8 – 13 metrar um sekundið, sigur danska veðurstovan.

 

Men tað er kortini alt, sum bendir á, at tað verður turt, tá ið ólavsøkan verður sett og ímeðan kappróðurin er og tað er enntá væntandi, at sólin kagar fram. Men afturfyri eru so nakrir dropar væntandi um kvøldið og um náttina, antin sum sirm ella sum beinleiðis regn.

 

Sunnudagin verður sami vindur eystaneftir, men sum tað líður út á dagin, snarar hann í ein sunnan og minkar vindin. Tað verður skiftandi veður, tí væntandi er, at sólin kagar fram, men eitt skifti er eisini væntandi, at vit fáa nøkur æl.

 

Men um kvøldið veksur hann aftur vindin upp í 8 – 13 metrar um sekundið, og sum frálíður um kvøldið fer tað rættiliga at regna. 

 

Petur Hans Dahl, sum hevur sagt frá veðrinum í KvF í eina tíð, sigur á Facebook, at Út móti miðnátt fer at regna og tað varir við til út á náttina, so hann væntar ein vátan midnáttarsang um kvøldið ólavsøkudag.