Landsverk rør nú aftur fram undir at gera ein framtíðar flogvøll á Glyvursnesi. Í Samferðsluætlanini, Landsverk læt úr hondum í gjár, verður víst á, at besta plássið í landinum at leggj ein framtíðar flogvøll, er á Glyvursnesi.
Landsverk heldur eisini, at verður ein heildarmeting gjørd av teimum íløgum, og útbyggingum, sum liggja fyri framman, kann farast undir ein framtíðar flogvøll í 2030. Men samstundis verður víst á, at hetta er ein heilt serstøk verkætlan, sum ikki er tikin við í vanliga íløguætlanini.
Samstundis vísa tey á, at síðani 2011 er ferðafólkatalið, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, vaksið heili 85 prosent.
Landsverk vísir á, at fleiri støð í Føroyum eru kannað, og umstøðurnar í Vágum eru eisini kannaðar. Í hesum sambandi vísa kanningar av vindi og turbulensi, at flogvøllur liggur best á Glyvursnesi, og sostatt fæst ongastaðni eitt so regluligt flogsambans, sum við einum flogvølli á Glyvursnesi
– Kanningarnar vísa, at tað er lítil og eingin turbulensur á Glyvursnesi, sigur Landsverk. Innflúgvingarviðurskiftini, og møguleikin at gera longri vøll, gera, at mett verður, at besta plássið at leggja ein nýggjan flogvøll er á Glyvursnesi. Har er møguleiki at gera flogvøll, sum er longri enn 2700 metrar.
Hinvegin er verandi vøllur í Vágum 1.799 metrar, men ein longri flogvøllur, við betri innflúgvingarviðurskiftum, ber í sær, at størri og tyngri flogfør kunnu nýta vøllin, sigur Landsverk.
Tey siga, at vegurin til flogvøllin verður bundin í landsvegin í Havnardali, har nýggi vegurin inn og út úr Havnini verður lagdur. Tá fer at bera til at koyra frá Kaldbaksvegnum og Eysturoyartunlinum, eftir vegnum og út á flogvøllin á Glyvursnesi við 80 kilometrum um tíman, sigur Landsverk.
Hevði ein vøllur á Glyvurnesi verðið gjørdur í dag, hevði ein vøllur upp á 1.799 metrar, við terminali og hangari, kosta umleið 1,2 milliardir. Kostnaðurin fyri at gera ein 2.700 metrar langan flogvøll á Glyvursnesi, við terminali og hangari, verður umleið tvær milliardir. Ein vegur út á Flogvøllin verður einar 6,4 kilometrar langur, og hann fer at kosta 130 milliónir krónur at gera, og 1,7 milliónir krónur um árið at halda.
Í hesum sambandi mælir Landsverk til, at hugsað verður um ein framtíðar flogvøll á Glyvursnesi, tá ið útbyggingar verða gjørdar á økinum. Landsverk heldur eisini, at ein møguleiki er at brúka grót úr Sandoyartunlinum til hesa verkætlanina.










