Tað hevði verið nógv tryggari og smidligari at føroyingar, at eisini høvdu eitt danskt p-tal afturat tí føroyska.
Tað heldur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Og tí hevur hann nú spurt Ríkisumboðið Lene Moyell Johansen, um nøkur teknisk ella løgfrøðilig forðing er fyri, at føroyingar, tá ið teir verða føddir, fáa eitt danskt P-tal afturat tí føroyska P-talinum.
Kortini er skipanin so, at ríkisumboðið ger sjálv av, antin hon svarar spurningum ella ikki, og tað er ikki greitt enn.
Bárður S. Nielsen vísir á, at sjúklingar, sum eru til viðgerar á donskum sjúkrahúsum, eru skrásettur við einum donskum P-talið, ella CPR nummari, sum tað eitur í Danmark.
Hann vísir á, at hetta hevur trupulleikar við sær. Í hesum sambandi hevur tað verið frammi, at skipanirnar báðar samstarva ikki, og tí hendur tað seg, at upplýsingar um sjúklingar ikki koma fram, sum ætlað, tá ið føroyskir sjúklingar ferðast ímillum føroysk og donsk sjúkrahús.
– Tá ið føroyska sjúkrahúsverkið hevur eitt sera umfatandi samstarv við donsk sjúkrahús, er hetta ikki nøktandi og skapar ein ótryggleika, sigur Bárður S. Nielsen.