Best at búgva í Noregi

Triðja árið á rað er Noreg ovast í einum ST-yvirliti, sum vísir á lond, sum hava tey bestu livilíkindini, bestu útbúgvingarskipanina og hægsta meðallivialdurin. Nummar tvey, trý og fýra eru Ísland, Svøríki og Avstralia.

Yvirlitið hjá ST vísir kortini, at japanar liva longst. Meðallivialdurin í Japan er 81,3 ár, og Japan er tað einasta landið í heiminum, har fólk í meðal liva meiri enn 80 ár. Men norðmenn eru ikki langt aftanfyri. Í meðal liva norðmenn 78,4 ár. Svøríki liggur harafturímóti á ovasta plássi, tá talan er um at fyribyrgja fátækradømi.

Men yvirliti hevur sjálvandi eisini ein niðara enda, og har eru afrikonsk lond sum Mali, Burkina Faso, Niger og Sierra Leone. Eitt nú er meðallivialdurin í Sierra Leone bert 38,3 ár. Eitt annað, sum sigur ein sindur um munin er, at í Sierra Leone eru sjey læknar fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Noregi eru 413 læknar til hvørji 100.000 fólk.