Best at búgva í Norðurlondum

Noreg hevur heimsins bestu vælferðarskipanir, Danmark hevur tær næstbestu, Finnland tær triðbestu, og Svøríki er á sjeynda plássi. Tað er niðurstøðan í einari kanning hjá Legatum Institute í London, sum hevur kannað viðurskiftini í 110 londum.

Í kanningini hevur Legatum Institute kannað búskaparvøkstur, livikor, persónlia frælsið, heilsu- og skúlaviðurskifti og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri gerandisdagin hjá fólki. Niðurstøðan hjá stovninum er, at onnur lond eiga at gera sum Norðurlond.

Tey tíggju londini, sum sambært Legatum Institute eru tey bestu at búgva í, eru Noreg, Danmark, Finnland, Avstralia, Ný Sæland, Svøríki, Kanada, Sveis, Niðurlond og USA.