Beslan jarðar síni deyðu

Higartil hevur gíslatøkan í Beslan kravt 338 mannalív, men mong eru ikki komin afturíaftur. Samstundis spyrja russar, hvør hjálpti gíslarænarunum

Umleið 20 av teimum, sum doyðu í gíslatøkuni í Beslan, vórðu jarðað sunnu-dagin, uppaftur fleiri fóru til gravar í gjár, og uppaftur fleiri verða jarðað í dag.
Enn veit eingin við vissu, hvussu mong verða jarðað í beslan. Í gjár søgdu myndugleikarnir, at gíslatøkan hevði kravt 338 mannalív, men at 191 vóru ikki komin afturíaftur. Onnur vilja vera við, at tølini eru væl støri, og summar keldur hava sagt, at helst eru umleið 600 fólk deyð.
Fingu hjálp
Nógvir russar spyrja, hvussu tað eydnaðist yvirgangsfólkunum at sleppa inn í skúlan í Beslan. Myndugleikarnir hava sagt, at gíslatøkan bleiv fyrireikað longu í summar, tá gíslarænararnir ella onkur annar fjaldi vápn og spreingievni inni í skúlan-um, sum var til umvælingar. Leygardagin ljóðaði, at ein av lærarunum í Beslan segði seg hava kent ein av gíslarænarunum aftur, tí hann hevði arbeitt sum timburmaður har, tá skúlin bleiv umvældur í summarfrítíðini.
Nógvir russar ivast ikki í, at yvirgangsfólkini fingu hjálp til illgerðina. Spurningurin er bara, hvør hjálpti teimum. Mundi onkur fáa pengar aftur fyri at hjálpa teimum, verður spurt. Kann tað hugsast, at almennir tænastumenn lótu gíslarænararnar sleppa til Norðurossetia aftur fyri pengar?
Myndugleikarnir hava sagt, at fleiri arabarar vóru ímillum gíslarænararnar, og at hini vóru kekenar. Men í Beslan halda mong, at nøkur ella kanska øll vóru úr grannalýðveldinum Ingusjetia. Kekenski tals-maðurin í Evropa, Ahmed Zakajev, segði leygardagin, at gíslarænararnir vóru ikki úr Kekenia. Tað hevði hann fingið at vita frá Ruslan Ausjev, sum fekk 25 gíslar leysar dagin eftir, at gíslatøkan byrjaði.
Vístur fram
Sunnudagin vísti russiska sjónvarpið ORT myndir av einum manni, sum varð sagdur at vera ein av teimum trimum gíslarænarun-um, sum trygdartænastan tók. Maðurin var bakbundin, og tveir hermenn við gekkaskorti vóru við honum.
Maðurin játtaði, at hann hevði verið við í gíslatøkuni, men hann svór, at hann hevði ikki skotið eftir skúlabørnunum. Spurdur, um honum tókti synd í skúlabørnunum í Beslan, svaraði maðurin:
? Ja, mær tykir synd í teimum. Eg eigi eisini børn, og eg svørji við Allah, at eg havi ikki skotið eftir børnum.
Samstundis heldur russiska trygdartænastan fram við at leita eftir nøkrum gíslarænarum, sum eftir øllum at døma sluppu til rýmingar. Men sambært DPA kanna myndugleikarnir eisini, hvør kann hava hjálp yvirgangsfólkunum.