»Beskytteren« verður ikki vaktarskip

Leitað verður nú eftir øðrum vaktarskipi, tá ið ætlnin um at umbyggja »Beskytteren« til vaktarskip er slept, og Fiskimálastýrið hevur nøkur skip á hondini sambært Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra

Ólavur í Beiti


Í fjørheyst vóru danir áhugaðir at bjóða føroyingum »Beskytteren«, tí ætlanin var at sleppa sær av við skipið, tá ið tað ikki nøktaði krøvini til eitt tílíkt skip.

Føroyingar vóru áhugaðir í hesum frálíka tilboði, og Fiskimálastýrið setti seg í samband við donsku myndugleikarnar um »Beskytteren«. Fiskimálastýrið fekk váttað, at skipið var til leigu og at leigan var ókeypis, men føroyingar skuldu bert bera kostnaðin av tí, tað kostaði at skráseta skipið í sivilu skipaskránni, t.v.s. at skráseta »Beskytteren« sum vaktarskip.

Fiskimálastýrið vildi so hava at vita kostnaðin av hesum, og eftir kanningum upplýstu donsku myndugleikarnir, at kostnaðurin fór at liggja um 3.6 mió. kr. fyri at kunna uppfylla krøvini frá Skipasýninum.


Føroysk reiðarí við

Føroyingar vóru so klárir at gera ein leigusáttmála og samráðingar vórðu tiknar upp. Samráðingarnar hava drigið út og fyri ikki so langari tíð síðan komu danir við nýggjum metingum sum søgdu at umvælingin fór at kosta í minsta lagi 4.5 mió. krónur, og nógvar óvissur vóru í eisini, og danir vildu hava føroyingar at taka alla ábyrgd av kostnaðinum av umbyggingini.

Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Jørgen Niclasen, at donsku myndugleikarnir høvdu fingið at vita, at føroyingar høvdu ikki meiri enn 3.6 mió. krónur til leigumálið, og kundi ikki komast til eina semju mátti onnur loysn finnast sum skjótast. Og nú er so ætlanin um »Beskytteren« slept, og Fiskimálastýrið fer at kanna tey skip sum standa Fiskimálastýrinum í boði.

Jørgen Niclasen sigur, at okkurt føroyskt reiðarí hevur gjørt vart við seg, sum hevur skip siglandi aðrastaðni. Annars sigur fiskimálaráðharrin seg harmast, at tað ikki eydnaðist at fáa »Beskytteren«, tí tað hevði verið ein góð fyribilsloysn til nýggja vaktarskipið verður klárt.