Besiktas er komið til landið í øllum góðum. Umstøðurnar eru heldur annarleiðis enn tá Víkingur vitjaði í Turkalandi. Tá koyrdi løgreglubilar bæði frammanfyri og aftanfyri leikarabussin hjá Víkingi, umframt ein bussur fullur av løgreglufólki fylgdi bussinum. Her í Føroyum er vandin tó ikki størri enn so, at ein løgreglubilur fylgir Besiktas bussinum.
Tað kom fram á tíðindafundinum í gjár, at tað verða eini sjey milliónir fólk, ið fara at fylgja dystinum í kvøld í turkiska sjónvarpinum, APV. Tað eru eisini heili 28 miðlafólk, sum fylgja Besiktas. Tað sigur eisini eitt sindur um støddina á Besiktas.
Millum kendastu leikararnir á Besiktas liðnum eru Ricardo Quaresma, Reber Rustu og Nihat Kahvec, men kendastur av øllum er nokk venjari, Bernd Schuster. Hann leikti í síni tíð sum fótbóltsspælari við FC Barcelona, Real Madrid og Atletico Madrid. Hann hevur eisini verið venjari hjá FC Koln, Shakhtar Donesk, Getafe og ikki minst Real Madrid.
Dysturin millum Víking og Besiktas byrjar kl 19.00 og verður á Svangaskarði.